Stórur ítróttarmaður – vánaligur tapari…

Ítróttarklumma

Í bestu senditíð í sjónvarpinum í fyrstu tíðindasendingini eftir nýggjár var havrøðarin, Livar Nysted, komin alla ta longu leið úr Hvannasundi til Havnar at banka upp á stongdar dyr í Ítróttarsambandinum og aðrastaðni, tí hann kendi seg forsmáddan, tá atkvøðast skuldi um ársins ítróttarnavn.

Mong mundu sita gapandi og undrandi, tá tey hoyrdu havrøðaran gremja seg um, at hvørki hansara heimsmet ella nakað annað hevði megnað at fingið hann upp í part, tá innstillast skuldu nøkur av okkara frægu ítróttarfólkum til heiðurin sum ársins ítróttarfólk, ið varð latin í júst mest útskeldaðu sjónvarpssendingini av øllum í farna árinum.

Um nakar, so mátti Livar vitað, nær rætta løtan er, tí í mun til flestonnur ítróttarfólk, so kann hann sjálvur velja, nær hann byrjar sítt avrik. Er hann illa fyri, kann hann velja at bíða, og um veðrið ikki er til vildar, kann hann eisini velja at bíða. Og hvørja ferð, hann fer um heimsins høv, er talan um ein nýggjan og øðrvísi bát, so heldur ikki har sær út til, at reglurnar eru serliga trongar. Slíkt luxus kenna mong onnur ítróttarfólk slett ikki til!

Pál Joensen vann heiðurin sum ársins ítróttarnavn, og tað sigur eisini seg sjálvt, tí einki føroyskt ítróttarfólk er hvørki yvir ella við síðuna av Páli, sum vit øll kunnu vera øgiliga stolt av! Tað gevur eitt øgiligt fokus á bæði Føroyar og føroyska svimjing, men Pál velur altso ikki sjálvur, nær hann fer í hylin at svimja hasar 1500 metrar. Um hann ikki er væl fyri, so er tað bara »shit happens« – sum tað eitt nú var til OL í London – tí bíðað verður ikki eftir honum fyri tað. Her eru sera greiðar reglur og eingin slingur í valsinum!

Vit hava eisini verið errin av Livari, men eftir hetta »stuntið« í nýggja árinum hevur hann givið sær sjálvum nakrar skøvur í lakkið. Gamaní, er hann ein stórur ítróttarmaður, men í hesum førinum minti hann mest um ein vánaligan tapara, og í øllum førum vísti hann lítlan ítróttaranda, nú hann var so bráður at skula »gera vart við havróður«, at tað bleiv til tað bera grenj. Hatta við at finna røttu løtuna og rætta høvið, eigur hann at venja nógv meira, og forrestin, so eru tað viðhvørt ting, sum tað er frægari at lata onnur siga, heldur enn at siga tey sjálvur…