Stórur tørvur á pedagogum

- Í farnu viku fingu 23 pedagogar prógv, men hetta er bert ein dropi í havinum, um vit tosa um at nøkta tørvin, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag

PEDAGOGAR
Síðani kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið, er rættiliga ferð komin á bygging av dagstovnum í Føroyum. Fleiri hundrað stovnspláss eru útvegað um alt landið stutta tíðarskeiðið síðani, um somu tíð sum fleiri serstovnar eru komnir, men tað sum verri er, er at pedagogar ikki fylgja við. Tørvurin á útbúnum pedagogum er ógvuliga stórur og veksur alsamt. Hvussu stórur tørvurin er, er ilt at meta um, men ein ábending er limatalið hjá Føroya Pedagogfelag. Umleið 1000 limir eru í felagnum, harav gott og væl helmingurin eru hjálparfólk. Í farnu viku fingu 23 pedagogar prógv, men hetta er bert ein dropi í havinum, um vit tosa um at nøkta tørvin.
- Í serstovnalógini eru øll størvini normerað til pedagogar, meðan dagstovnalógin ásetur, at í minsta lagi tveir triðingar á stovninum skulu vera pedagogar. Veruleikin er ein heilt annar. Á nógvum dagstovnum er bert leiðarin pedagogur, serstovnarnir eru eitt sindur betur fyri í so máta. Um alt landið eru stovnarnir eins fyri, vit síggja, at eisini í Havn er trupult at útvega pedagogar. Seinastu tvey árini hava vit tíbetur sæð, at fleiri útbúnir pedagogar søkja størv á dagstovnunum, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Bert ein pedagogflokkur verður tikin inn á Pedagogskúlan um árið. Á hvørjum ári liggur talið á umsóknum um hálvt annað hundrað. Í viðtali í blaðnum í farnu viku, sigur rektarin á Føroya Læraraskúla, at Læraraskúlin hevur leingi gjørt vart við, at stórur tørvur er á pedagogum, og at tørvurin er alsamt vaksandi, men tað tykist at vera trupult at fáa ljóð fyri hesum. Hann heldur, at eitthvørt átti at verið gjørt í bræði.
- Vit vístu leið, tá ið vit fyri næstan tíggju árum síðani høvdu eina roynd við samlestri millum lærarar og pedagogar fyrsta árið. Hetta er leiðin, sum gingin verður nú í londunum uttan um okkum, segði Pauli Nielsen.
Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag sóknast eftir at vita, um ætlanin er at taka fleiri pedagogflokkar inn fyri at nøkta tørvin á pedagogum. Hon heldur eisini, at tíðin er komin at kjakast nærri um útbúgvingina.
- Spurningurin er, um vit skulu seta á stovn eina útbúgving fyri seg, um útbúgvingin skal halda fram í verandi líki, ella um felagsgrundár verður gjørt fyri bæði pedagog- og læraralesandi, sum vit síggja nógva staðni. Felagsgrundstøðið er ein góður møguleiki fyri at leggja grund undir einum góðum samstarvi millum fakbólkarnar frameftir til frama fyri barnið. Vit kundu eisini hugsað okkum at frætt nærri, hvør politiski viljin er á økinum.