Stórur spenningur er í unglingadeildini – U18 deildini – sum hon verður eitur. Fyri viku síðani spældu tvey av oddaliðunum í deildini, B36 og NSÍ, javnleik, sum gav HB ein stóran fyrimun í oddastríðnum í deildini. HB legði seg tá einsamalt á odda í deildini við trimum stigum.
Men í gjárkvøldið minkaði munurin í oddinum av deildini aftur. Heldur óvæntað spældi HB 3-3 javnleik á heimavølli móti EB/Streymi, meðan B36 vann sín dyst heili 5-0 á útivølli móti KÍ.
Tí liggur B36 í løtuni á odda í deildini við einum betri málmuni enn grannarnir úr HB. Tó kann nógv enn henda í deildini, tí bert fýra dystir eru leiktir av endaspælinum, har tað skulu spælast heili 14 dystir.
Í U18 deildini spæla fleiri evnaríkir føroyskir leikarar, sum um fá ár fara at fáa sítt gjøgnumbrot í bestu føroysku deildini.
Úrslitini í U18 deildini frá í gjár:
Víkingur – AB 3-2
KÍ – B36 0-5
HB – EB/Streymur 3-3
Støðan í deildini:
1. B36 – 4 dystir – 10 stig (Málmun +16)
2. HB – 4 dystir – 10 stig (Málmun +6)
3. NSÍ – 4 dystir – 7 stig (Málmun +5)
4. EB/Streymur – 4 dystir – 4 stig (Málmun -7)
5. KÍ – 4 dystir – 3 stig (Málmun -4)
6. Víkingur – 3 dystir – 3 stig (Málmun -4)
7. AB – 5 dystir – 3 stig (Málmun -12)