Stórur spenningur er í steypafinaluni í Gundadali. Eftir at einki mál varð skorað í næstan ein tíma, og EB/Streymur hevði verið frammanfyri 3-0, eru málini skolað ígjøgnum í smáar tíggju minuttir.
Tað restaðu trettan minuttir, tá ið Páll M. Joensen minkaði um munin til 3-1. Tveir minuttir seinni økti Karol Potemkin til 4-1, og bara ein minutt seinni minkaði Rógvi Jacobsen um munin til 4-2. Vagnur Morh Mortensen hevur síðani minkað um munin til 4-3 við beinleiðis frísparki.
HB leypur treytaleyst á, og tað eru spentar støður í báðum endum.