Stórur skattalætti til tey sum fáast við ymisk ítriv

Tey, sum selja heimavirkaðar vørur, skulu nú sleppa munandi lættari í skatti.

Tey, sum binda, ella fáast við annað heimavirki av ymsum slagi, og selja tað, fara nú at sleppa munandi lættari í skatti.

Tað er endamálið við einum uppskoti, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Tey, sum hava innøku av at selja heimavirkaðar vørur, skulu geva hana upp í skatti, akkurát, sum allar aðrar inntøkur.

Men tann, sum selur fyri meira enn 30.000 krónur í einum ári, hevur eisini skyldugur at lata seg meirvirðisgjaldskráseta og skal gjalda meirvirðisgjald av allari søluni.

Hetta er ein skipan, sum líkist skipanini, sum tey, ið leiga bústaðir út, hava. Hugsa vit tey, sum binda, kostar tógv umleið helvtina av søluprísinum. Hevur viðkomandi selt fyri meira enn 50.000 krónur, skal skattur rindast av tí, sum er omanfyri tað. Tá merkir ein skattur upp á 15 prosent av søluprísinum umleið 30 prosent av lønini.

– Tá talan er um heimavirki, er í flestu førum talan um ítriv og ikki vinnu, sigur Jørgen Niclasen.

Samstundis hevur hann fingið at vita frá Taks, at tað er ógvuliga lítið, sum verður uppgivið av inntøku frá heimavirki. Men tað eru nógv, sum ringja á Taks at spyrja, hvussu tey skulu gera í hesum sambandi.

Tí er endamálið hjá uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, at tær fyrstu 50.000 krónur av inntøkuni av heimavirkaðum vørum, eru skattafríar - og av tí, sum er oman fyri tað, skulu bara 15 prosent rindast í skatti.

– Endamálið við uppskotinum er at taka eina forðing burtur hjá fólki, sum fáast við heimavirki.

– Heimavirki hevur røtur í aldargamlari siðvenju her á landi, og er sostatt er tað ein týðandi partur av okkara mentan, og í stóran mun er eisini talan um list, sigur landsstýrismaðurin.

Tað eru mest kvinnur, sum fáast við at binda, men talan er eisini um at virka lutir burtur úr træi, hornum, gróti og øðrum. Hetta má sigast at hava verið eitt hjartamál hjá Jørgeni Niclasen, tí heili fýra ferðir áður hevur hann, sum løgtingsmaður, lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta sama.

Bæði í 2015, 2016, 2017 og í 2018, legði hann uppskot fram um at skattalætta til tey, sum fáast við heimavirki. Tað var í undanfarna valskeiði, tá ið hann var í andstøðu, men samgongan feldi uppskotið hvørja ferð.

Men  nú situr Jørgen Niclasen sjálvur í samgongu, so hesa ferð er støðan ein heilt onnur.