Stórur skaði á Kambsdali

Studenta- og HF skúlin á Kambsdali hevur fingið stóran skaða av nóva vindinum í nátt. Tá fólk komu á skúlan í morgun varnaðust tey, at endin á bygninginum, sum vendi niðaneftir, er rivin allur sum hann er

Umframt tað hevur takið eisini rivið og fleiri rútar eru brotnir. Í hesum rúminum er øll ventilatiónskipanin á skúlanum, sum allarhelst eisini hevur finigð skaða.

Sámal í Skorini, rektari á skúlanum, sigur, at at fólk frá Landsverki, sum umsitir almennar bygningar, hevur verið og sýnað skaðan, og fólk eru komin at umvæla.

Rektarin væntar, at skúlin verður so frægt umvældur, at skúlagongdin kann takast uppaftur mánadagin.