Ein rættiliga stórur skógareldur er kyknaður í útjaðaranum á grikska høvuðsstaðnum, Athen. Tænastumenn siga við sjónvarpið NET, at eldurin er í landnyrðing úr sjálvum býnum nærhendis einari hermannalegu, og at vandi er fyri, at eldurin skal breiða seg til leguna.
Eldurin er beint við býin Afidnes, og løgreglan hevur umskipað ferðsluna á høvuðsvegnum, sum fer frá Athen og norðureftir. Umleið 100 sløkkiliðsmenn eru sendir at royna at fáa tamarhald á eldinum, og eitt flogfar og tvær tyrlur hjálpa teimum.
Í 2009 var skógareldur á somu leið.
Juni og juli í ár vóru teir heitastu, sum eru skrásettir í Grikkalandi, so jørðin er sera turr.









