Stórur oljuleki í norskum sjóøki

Umleið 4.000 rúmmetrar av olju fóru í havið, tá eitt tangaskip bleiv fermt á Statfjord-leiðini fyrrapartin Óhappið , sum helst er tað næstringasta av sínum slagi hjá norsku oljuvinnuni, hendi, tá tangaskipið Navion Britannica var hjá framleiðslupallinum Statfjord A í norska partinum av Norðsjónum eftir olju.

Statfjord-leiðin er einar 110 fjórðingar vestan fyri Bergen nærhendis bretska markinum. Tað er rættiliga nógvur høgættarvindur har á leiðini og næstan sjey metrar høg alda, so tí er tað ógjørligt at fáa oljuna uppaftur, skrivar NTB.

Statoil/Hydro er operatørur á Statfjord-leiðini. Felagið sigur, at oljan lak úr einari leiðing niðri í sjónum, men enn veit felagið ikki, hví leiðingin fór at leka.

Tann størsti lekin, sum norska oljuvinnan hevur havt, var í 1977, tá umleið 12.000 rúmmetrar av olju fóru í havið.