Stórur meiriluti fyri fríari rúsdrekkasølu í Føroyum

VELJARAKANNING Ein spillfesk veljarakanning vísir, at føroyingar vilja hava rúsdrekka í teir vanligu handlarnar

Stendur tað til vanliga føroyingin, skal Rúsan avtakast og ístaðin skulu vit hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Sosialin.
Hendan nýggja veljarakanningin vísir enntá, at tað er trivaligur meiriluti í fólkinum fyri fríari rúsdrekkasølu.
Kanningin vísir nevniliga, at 59,9% av føroyingum vilja hava fría rúsdrekkasølu.
Harafturat eru 11,6% av fólkinum, sum onga avgjørda meining hava um tað, tí tey siga, at tey eru hvørki samd ella ósamd.
Sostatt eru tað bara 28,5% av fólkinum, sum beinleiðis siga, at tey eru ímóti eini fríari rúsdrekkasølu.

Ongin trupulleiki
Herfyri var nógv kjak í Løgtinginum um Rúsan skuldi sleppa at halda til í eini handilsmiðstøð og um hon kundi hava somu úthurð sum aðrir handlar í eini handilsmiðstøðini.
Í veruleikanum brúktu tinglimir so nógvar ferðir meiri tíð upp á at kjakast um inngongdina í Rúsuni, enn teir brúktu um at avgreiða landsins týdningarmestu lóg, fíggjarlógina, eftir at fíggjarnevndin var liðug við sítt arbeiðið.
Tað var Miðflokkurin, sum vildi hava Løgtingið at samtykkja, at Rúsan skuldi ikki sleppa at hava handil, har inngongd eisini er til aðrar handlar.
Nettupp hetta um hølisviðurskiftini hjá Rúsuni var eisini eitt, sum spurt varð um í nýggju veljarakanningini.
Og her er ongin slingur í valsinum.
Heili 67,2% taka undir við, at Rúsan kann saktans verða saman við øðrum handlum, samstundis sum 12% hava onga avgjørda meining um hetta.
Sostatt eru bara 20,8% av fólkinum, sum krevja, at Rúsan skal hava sína egnu inngongd.