Stórur meiriluti fyri fjøruloysnini við tunli

- Vit fingu tað váttað, sum vit hildu, at vit frammanundan vistu  at stórur meiriluti er millum leirvíkingar fyri fjøruloysnini við tunli, sigur stigtakarin til borgarafundin í Leirvík, Filip Hansen

Borgarafundur

Fríggjakvøldið var vælmøttur borgarafundur í Leirvík, sum Filip Hansen tók stig til.
Hetta var ein stuðulsfundur til bygdarráðið, sum einmælt mælir til, at vegaføringin úr Norðoyatunlinum verður loyst við vegi og tunli omanfyri havnalagið. Hetta metir bygdarráðið vera bestu loysnina, og á fundinum kom fram, at henda loysnin hevur nógv størstu undirtøkuna millum bygdarfólkið í Leirvík.
Uppundir endan á borgarafundinum høvdu leirvíkingar høvi at atkvøða um fjøruloysnina við tunli  og loysnina, sum Landsverk mælir til við vegi omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið. Úrslitið gjørdist, at 165 fólk vóru fyri tunli, 17 fyri vegnum omanfyri bygdina  og 5 atkvøður vóru blankar.
Borgarafundurin var skipaður við pallborði, har allir sjey bygdarráðslimirnir í Leirvíkar kommunu høvdu eina stutta framløgu í part  og síðan høvdu hini trý, sum sótu við pallborðið, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, Svein Kristiansen, stjóri í NCC, Føroyar og Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, eina framløgu.
Tað var Filip Hansen, sum beyð vælkomin og vísti á, at hann hevði tikið stig til fundin fyri at stuðla bygdarráðnum í Leirvík í málinum at náa loysnini, sum leirvíkingar halda vera ta bestu.
Eftir framløgurnar høvdu fólk høvið at seta spurningar.
Tað var útvarpsmaðurin, Jón Brian Hvidtfeldt, sum stýrdi fundinum, og tað gjørdi hann við hepnari hond.
Hóast framløgurnar hjá bygdarráðslimunum vóru stuttar, fingu fundarfólkini eina rættiliga greiða ábending um, hvat bygdarráðið ynskir  og hví bygdarráðið ynskir fjøruloysnina við tunli.
Flestu bygdarráðslimirnir harmaðust um, at landsstýrismaðurin ætlar at útseta málið til loysn av vegaføringini í Leirvík, soleiðis at tað ikki verður lagt fram sambært ætlanini.
Heitt varð á landsstýrismannin, sum ikki var til steðar á borgarafundinum, um ikki at útseta framløguna, men at leggja málið fram til ásettu tíðina, 15. februar.
Eftir fyrispurningar og svar úr salinum, fingu allir pallborðsluttakararnir høvi til at taka saman um.
Filip Hansen, sum tók stig til fundin, heldur, at borgarafundurin var sera væl eydnaður.
- Vit fingu tað váttað, sum vit hildu, at vit frammanundan vistu  at stórur meiriluti er millum leirvíkingar fyri fjøruloysnini við tunli.
Á borgarafundinum høvdu fleiri sitandi politikarar orðið, bæði samgongu-og andstøðupolitikarar orðið. Flestu harmaðust um og funnust at ólukkuligu støðuni, sum leirvíkingar eru í, nú Norðoyatunnilin letur um um nakrar vikur  uttan, at nøkur avgerð enn fyriliggur um, hvussu vegaføringin til og úr tunlinum verður.
Tað, sum fólk meta sum tað allar ringasta av øllum, er, at politiska avgerðin um, hvussu málið skal loysast, enn ikki er tikin, og nú landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, rør uppundir at útseta avgerðina, eru fólk um at missa mótið.
Filip Hansen fegnast eftir fundin um útsagnirnar hjá politikarunum.
Hann vísir á, at millum samgongupolitikararnar, sum vóru við á fundinum, søgdu javnaðartingmaðurin, Andreas Petersen og sambandstingmaðurin, Alfred Olsen, seg vera fyri at stuðla leirvíkingum. Aftrat teimum høvdu eisini Karsten Hansen og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum orðið, og teir søgdu seg eisini taka undir við, at leirvíkingar fáa ta loysn, teir ynskja.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum søgdu seg eisini taka undir við hesum.
Teir, sum ikki vóru so heitir fyri aðrari loysn enn henni, sum Landsverk mælir til, vóru í fyrsta lagi Kjartan Joensen, tingmaður Fólkafloksins í Leirvík og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.
Filip sigur seg fegnast um, at politikararnir góvu til kennar sína støðu á borgarafundinum.
- Eg haldi eisini, at tað var gott, at Kjartan Joensen gav sína støðu til kennar, meðan leirvíkingar høvdu høvi at hoyra, hvat hann heldur um málið, sigur stigtakarin til fundin.
Á borgarafundinum kunnaði Svein Kristiansen, stjóri í NCC, Føroyar, um tilboðið, sum teir saman við J & K Petersen, hava havt frammi um verkætlanina, sum leirvíkingar ynskja.
Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, segði seg eftir hesa kunning vita eitt sindur meira um, hvussu verkætlanin, sum NCC og J & K Petersen siga seg kunna fremja fyri einar 87 miljónir krónur, hongur saman.
- Eg haldi, at borgarafundurin gekk yvir allan "forvæntning", sum Filip tekur til.
Hann sigur seg hava skilt á bygdarráðslimunum eftir fundin, at tey eisini eru sera væl nøgd við fundin.
- Vit høvdu ein góðan, siðiligan og sera væl møttan borgarafund um hetta mál, sum fyllir so nógv hjá øllum leirvíkingum. Eg haldi, at Jón Brian Hvidtfeldt dugdi sera væl at stýra fundinum á ein ógvuliga neutralan og skilagóðan hátt, sigur Filip Hansen, stigtakari til borgarafundin í Leirvík fríggjakvøldið.