Ásettu freistirnar í samband við ásetan av fiskidøgum eru sambært lógini um vinnuligan fiskiskskap, at fiskiárið byrjar hin 1. september, og fiskidagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fyri løgtingið.
Við í lógini um tíðarfreistir er eisini, at fyri 15. juni skal Havstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiár – umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.
Á sama hátt sum Havstovan, skal fiskidanevndin á hvørjum ári fyri 22. juni eisini lata landsstýrismanninum sítt tilmæli um fiskidagar – umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.
Í seinasta lagi hin 18. august skal løgtingið hava ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiði á føroyska landgrunninum fyri næsta fiskiár.
Óbroyttir fiskidagar
Í gjár var málið um fiskidagar til 2. viðgerð á tingi, og alt bendir á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum um óbroytt fiskidagatal fyri næsta fiskiár verður samtykt við stórum meiriluta á tingfundi í morgin.
Áðrenn málið kom til 2. viðgerð í gjár, hevur vinnunevndin viðgjørt uppskotið hjá landsstýrismanninum.
Undir viðgerðini býtti vinnunevndin seg í tríggjar partar, har umboðini hjá samgonguni taka undir við landsstýrinum, meðan Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen hava sítt egna uppskot við tilhoyrandi viðmerkingum – og Aksel V. Johannesen ger sínar viðmerkingar til málið.
Á hesi opnu fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum teir tríggir partarnir í vinnunevndini siga.
Við 2. viðgerð á tingi í gjár varð uppskotið hjá landsstýrismanninum um óbroytt fiskidagatal samtykt við stórum meiriluta. 21 atkvøður vóru fyri – og átta ímóti. Saman við samgonguni, atkvøddu eisini umboðini hjá Javnaðarflokkinum fyri óbroyttum fiskidagatali.??
Broytingaruppskotið hjá minnilutanum í vinnunevndini, Pálli á Reynatúgvu og Poul Michelsen, fall. Her vóru átta atkvøður fyri - og 21 ímóti.??
Uppskotið um fiskidagar fær eina viðgerð á tingi aftrat, og hon verður í morgin.??
Sambært atkvøðugreiðsluni á løgtingi í gjár er einki, sum bendir á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum ikki verður samtykt við stórum meiriluta.
Broytt samanseting
Jacob fegnast Jacob Vestergaard sigur seg fegnast um, at uppskotið um óbroytt fiskidagatal fær so stóra undirtøku, og hann sigur seg eisini fegnast um, at umboðini hjá Javnaðarflokkinum nú taka undir við honum.
- Eg trúgvi, at orsøkin til, at Javnaðarflokkurin tekur undir við okkum, er verandi samanseting í flokkinum. Aksel V. Johannesen hevði eisini nøkur konstruktiv og áhugaverd ting við í sínum viðmerkingum í vinnunevndini. Hetta eru setningar, sum eg taki undir við. Javnaðarumboðið nevnir eitt nú møguleikarnar at styrkja heimaflotan, kanska serliga línuflotan og størru útróðrarbátarnar, við at útvega hesum skipum og bátum veiðirættindi í fremmandum sjógvi aftur fyri býtisfisk undan Føroyum.
Jacob Vestergaard heldur ikki, at nakað nýtt, ei heldur serliga konstruktivt, var í tilmælinum hjá Pálli á Reynatúgvu og Poul Michelsen, sum mæla til enn fleiri skerjingar í royndini eftir toski og hýsu.