Stórur jólamarknaður í Føroyahúsinum

Sunnudagin 25. november verður jólamarknaður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn frá kl. 14-17. Tað vera bindiklubbar, húsið og onnur, ið selja úr básunum í Føroyahúsinum í morgin. Her verður góður møguleiki fyri at tú finnur ta røttu jólagávuna.

 

Básarnir selja nissur, einglar, bundin turrikløð, skinn, jólakort, bøkur, fløgur og mangt annað gott.