Ung í arbeiði
245 ung hava fingið starv hjá Tórshavnar kommunu í summar, í sambandi við verkætlanina Ung í arbeiði. Fyri at so nógv sum møguligt fáa møguleika at arbeiða, hevur kommunan skipað arbeiðið soleiðis, at 10 arbeiðsdagar vera til hvønn, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Tey ungu fara at starvast saman við 15 øðrum ungum dreingjum og gentum í aldrinum 14-17 ár. og tey fyrstu byrja longu at arbeiða mánadagin 26 juni. Arbeiðstíðin verður frá 8-16, íroknaður er ein hálvur tími til døgurða.
Arbeiðsuppgávurnar fara at fevna um fyrifallandi uppruddingar- og viðlíkahaldsarbeiði, so sum:
hampa um og sópa gøtur, reinsa vegbrunnar, gera smátt málaraarbeiði, rudda í haga og fjøru, gera smærri umvælingar og mangt annað.
Hjálmar Dam er samskipari á Ung í Arbeiði verkætlanini, og hann hevur góðar royndir við hesum. Hann sigur við torshavn.fo at fyrstu ferð hann luttók, vóru bert 30 ung, og hann gleðist um, at kommunan nú kann bjóða fleiri ungfólkum starv. Eitt gott ráð vil hann geva teimum ungu, áðrenn tey byrja, og tað er, at tey skulu lata seg í eftir veðrinum. Hann mælir til eina tjúkka troyggju og tunnan regntættan jakka, og eftir sum at sumt av arbeiðinum kann vera skittligt, svansut ella runut, mugu øll klæðini tola at blíva skitin.
Verkætlanin Ung í Arbeiði endar 21 juli.