Tað er stórur áhugi fyri at gerast næsti stjóri í Norðurlandahúsinum, nú Sif Gunnarsdóttir hevur tikið við øðrum starvi í Íslandi.
R7 skrivar í dag, at tá freistin at søkja stjórastarvið var úti 15. januar, hevði Norðurlendska Ráðharraráðið fingið heilar 55 umsóknir. Av teimum vóru 22 kvinnuligir umsøkjarar og 33 mannligir umsøkjarar.
Víðari upplýsir R7, at av teimum 55 umsóknunum, so eru nítjan úr Svøríki, tólv úr Norra, tíggju úr Danmark, fýra úr Finnlandi, tríggjar úr Føroyum, tríggjar úr Íslandi, tvær uttanfyri Norðurlond, ein úr Álandi og ein úr Grønlandi