Stórur áhugi fyri prestagarðinum

Gamli prestagarðurin, sum Hammershaimb lat byggja í 1863, lat týsdagin upp. Tað er fornminnissavnið, sum hevur sett garðin í stand til eitt bygdasavn. Jógvan Ingvard Olsen, formaður í Bygdasavninum á Nesi, sigur, at útvið 30 fólk løgdu leiðina framvið prestagarðinum.
? Vit vistu ikki reiðiliga hvussu nógv fólk vit skuldu vænta, men vit høvdu í øllum førum ikki væntað so nógv fólk, sigur Jógvan Ingvard Olsen. ? Tað var jú eitt vanligt gerandiskvøld, at vit lótu upp. Vit høvdu kanska ímynda okkum fleiri fólk at koma sunnukvøld. Tá hava fólk ofta hug at fara ein biltúr, sigur Jógvan Ingvard.
Hann sigur, at tað ikki bert vóru fólk úr Eysturoynni, sum komu at vitja, men at tey eisini komu úr øðrum oyggjum.
? Eg haldi, at fólk vóru vælnøgd, táið tey fóru avstað aftur. Eg hoydi so onga negativa viðmerking, sigur Jógvan Ingvard at enda.
Gamli prestagarðurin er opin sunnudagar frá 15-18 og týsdagar frá 16-19. Eftir 1. September verður bert gjørligt at síggja garðin eftir avtalu.