Seinastu vikurnar hevur tað verið gjørligt at keypa partabrøv í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum, og stjórin í felagnum er nøgdur við søluna.
? Tað ber framvegis til at keypa partabrøv, men higartil hevur áhugin verið nøktandi. Serliga í Føroyum er stórur áhugi fyri partabrøvunum, og tað er frá bæði smærri og størri íleggjarum, sigur Vilhelm Petersen.
Hann kundi tó eitt gott døgn áðrenn tíðarfreistina fyri at keypa partabrøv ikki siga, hvar á leið sølan fór at enda. Onkrir útlendskir íleggjarar vóru áhugaðir, men teir fóru ikki at geva svar fyrr enn í síðstu løtu, og slíkir íleggjarar kunnu broyta nógv um endaliga úrslitið.
Atlantic Petroleum hevur í hesum føri sett sær fyri at tekna partabrøv fyri millum 5 og 30 milliónir krónur, og verandi partaeigarar hava longu sett seg fyri fyrstu fimm milliónunum.
Atlantic Petroleum var stovnað við einum partapeningini á 25 milliónir krónur, men síðani er partapeningurin hækkaður upp í góðar 46 milliónir. Og nú skal partapeningurin aftur hækkast.
2000 smærri og størri partaeigarar eru í Atlantic Petroleum.