Herfyri skipaðu Faroe Petroleum og føroyska sendistovan í London fyri samkomu, har kunnað varð um oljutilgongdina og útlitini á oljuøkinum á føroyska landgrunninum. Umleið 70 gestir møttu upp til tiltakið. Hesir vóru úr Bretlandi, Føroyum, Noregi, Danmark og Íslandi. Teir umboðaðu oljufeløgini, sum hava loyvi á Atlantic Margin ella Atlantsmótinum, eru partnarir hjá Faroe Petroleum, arbeiða saman við Faroe Petroleum á ymsum økjum, pressuna í Bretlandi og Føroyum, serliga miðlar, sum leggja dent á vinnulívið, fíggingarfeløg og bankar úr Íslandi, Bretlandi, Noregi og Danmark, tryggingarfeløg úr Bretlandi, ambassadørar og onnur, sum umboðaðu teirra lond, eitt nú føroyska ferðavinnu og so Føroya Bjór.
Tað var Sigmundur Ísfeld sendimaður Føroya í Bretlandi, sum bjóðaði vælkomin. Síðani helt Jógvan á Lakjuni røðu um føroysk viðurskifti og føroyskt vinnulív. Løgmaður mátti geva avboð til tiltakið, annars skuldi hann halda røðuna.
Heri Ziska frá Jarðfeingi greiddi frá um, hvussu føroyska økið hevur ment seg og endaði við at greiða frá um 3. útbjóðing.
Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum greiddi síðani frá um Faroe Petroleum og annars um avbjóðingarnar á Atlantsmótinum. Eftir samkomuna bjóðaði danski ambassadørurin gestunum til eina framhaldandi reseptión.
Hetta er aðru ferð, at Faroe Petroleum hava eitt tílíkt tiltak og hevur tað fleiri endamál:
At viðlíkahalda og vaksa um netverkið hjá Faroe Petroleum, PR fyri Faroe Petroleum, PR fyri Føroyar og føroyskt vinnulív, oljuleitingina, 3. Útbjóðing, fíggjarmøguleikum, trigging og ferðavinnu.
Eisini var eitt endamál við tiltakinum at
gera vart við, at Føroyar hava føroysku sendistovuna í Bretlandi, har fundir kunnu haldast við m.a. tí fyri eygað at knýta vinnulívsbond millum Føroyar, Bretland, Noreg, Ísland og Danmark.










