Stórur áhugi fyri Nykinum

Hóskvøldið í farnu viku frumframførdu næmingar í 6 B í Fuglfjarðar skúla sangleikin um Nykin. Tað er lærari teirra, Frits Johannesen sum hevur skrivað leikin.

Til høvið høvdu næmingarnir boðið foreldrum, systkjum og øðrum til hesa fyrstu framførsluna, og íalt vóru eini 80 fólk til hesa upplivingina.

Leikurin er síðani framførdur fleiri ferðir um vikuskiftið, og ikki kann sigast annað, enn at hann hevur fingið góða undirtøka millum manna.

Av hesi orsøk er neyðugt at hava eina eykasýning av leikinum. hon verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 20