Stórur áhugi fyri menningini

Summir fegnast, meðan onnur hugsa um útsjóndina, nú útbyggingar standa fyri framman við ídnaðarøkið í Kollafirði.

Kollafjørður: Eingin ivi er um, at kollfirðingar hava sera stóran áhuga í tí, sum hendir á vinnuliga økinum í bygdini.
Tað prógvaði til fulnar tann fundurin, sum mánakvøldið varð hildin í Bygdarhúsinum, har kunnað varð um ætlanirnar á havnaøkjunum í Kollafirði og á Oyrareingjum.
Býráðið í Havn var eisini væl umboðað á fundinum. Við hesum ynskti ein at koma nær til borgaran við hesi ætlanini, sum uttan iva kemur at verða til gagns fyri bygdina.

Fyri og ímóti
Omanfyri 150 fólk høvdu leitað sær í Bygdarhúsið fyri at hoyra um ætlanirnar fyri ídnaðarøkið og havnalagið í bygdini.
Á økinum liggur í rúgvuvís av gróti úr Vágatunlinum, og spurningurin er nú, hvat tað skal nýtast til. Á fundinum varð nortið við ætlanirnar at gera eina bingjuhavn á Oyrareingjum.
Hinvegin skilst, at tað eru ymiskar hugsanir um hetta málið millum bygdafólkið - summi eru fyri og onnur ímóti.
Tey, ið eru fyri hesi ætlanini, hugsa helst sum so, at tað er gott at tað hendir okkurt munagott á vinnuliga økinum í bygdini.
Og tey, sum eru ímóti hugsa helst sum so, at ein bingjuhavn á Oyrareingjum fer at skemma útsjóndina í bygdini. Og helst verður eisini meiri óljóð at hoyra, um so verður at ætlanin verður sett í verk.
Á fundinum varð eisini tosað um tær ætlanir sum uppá longri sikt eru viðvíkjandi havnaviðurskiftunum í Kollafirði.
Hesin fundurin var tí at meta sum ein kunning um eitt arbeiði, sum er í umbúna, og sum helst fer at halda fram í framtíðini.