Stórur áhugi fyri Jákupi

Tað er ikki sørt, at donsku miðlarnir gera nógv burtur úr føroyska landsliðsmálverjanum, nú sáttmáli hansara við Herfølge er um at renna út

 

Yrkisfótbóltur


- Nei í løtuni er einki soleiðis ávegis.

Nakað soleiðis svarar føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, tá vit mikumorgunin spurdu, um nakað nýtt var hent við framtíðarstøðu hansara.

Síðani hann fyri viku síðani setti seg sjálvan á sølulistan hjá Herfølge, hava donsku fjølmiðlarnir gjørt nógv burtur úr málverjanum, og bæði í bløðum, á alnetinum og týskvøldið í sjónvarpinum hevur verið roynt at fingið viðmerkingar frá honum. Millum annað varð nógv gjørt burtur úr einum møguligum skifti til FCK, eftir at hann í svari til heimasíðuna, FCK-online, segði, at tað hevði hann avgjørt verið áhugaður í, um teir komu við einum tilboði.


Hugsar seg um

Sum sagt, so hevði Jákup eingi nýggj boð at bera okkum mikumorgunin. Hann greiðir frá, at hann var á fundi við leiðsluna í Herfølge mánakvøldið, har hann fekk eitt uppskot um nýggjan sáttmála.

- Eg segði við teir, at eg gjarna vildi hava nakrar dagar at umhugsa tilboðið, og vit gjørdu so av, at vit skulu hittast aftur hóskvøldið.

Um tilboð aðrastaðni frá, sigur Jákup, at har hevur so einki ítøkiligt verið á skránni enn. Spurdur um nakri sonevndir følarar hava verið, svarar hann, at okkurt smávegis hevur verið, men at einki víðari er hent við hesum enn.

Annars vísur Jákup á, at umframt sáttmálan hjá sær eru eisini fleiri aðrir leikarasáttmálar í felagnum, sum ganga út hetta kappingarárið. Hann vildi tó ikki siga nakað um, hvørt hetta kundi ávirka støðutakan hansara.


Kanska heim

Annars tykist tað serliga vera útmeldingin hjá Jákupi um, at hann møguliga fer heim aftur til Klaksvíkar at spæla, sum tykist hava skapt áhuga í donsku miðlunum.

Týskvøldið sást føroyingurin tosa við sjónvarpsliðið hjá danska TV3, har hann greiddi donsku hyggjarunum frá, at tað væl kundi vera, at hann fór heim aftur til Føroya.

- Verður tað soleiðis, so fari eg at halda fram í nøkur ár sum áhugaleikari, segði Jákup við sjónvarpsstøðina, og legði afturat, at møguleikarnir fyri hesum í løtuni vóru fifty-fifty.