Mest sum helvtin av týsku Bundesliguni liggur fram við at keypa 19 ára gamla miðvallarspælaran Timo Gebhart. Hann spælir fyri 1860 Munchen og hevur rættiliga gjørt um seg seinastu tíðina – ikki minst í EM-endaspælinum fyri U19 landslið. Umboðsmaðurin hjá Gebhart sigur, at í løtuni tosar hann við fleiri feløg, og teir hava fingið tilboð, men enn er ikki greitt, hvør framtíðin hjá Gebhart verður.