Hóast stevnan ikki verður fyrrenn í oktober, kunnu fyrireikararnir longu nú siga frá stórari luttøku Tað stendur ikki á at fáa luttakarar til vinnustevnuna, Faroexpo, sum er í døgunum 19. ? 22. Oktober.
Fyrireikararnir siga, at higartil hava 35 føroyskar og útlendskar fyritøkur meldað til, men málið er at koma upp á 60 luttakarar, sum er nakað hægri enn í fjør.
Hetta er fimtu ferð at hendan altjóða vinnustevnan er í Runavík og hon verður partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar 18. oktober og endar 25. oktober.
- Faroexpo vendir sær móti ídnaðar- og tænastufyritøkum í fiski-, ali- og oljuvinnuni, sigur Rannvá Troest, sum er ein av fyrireikarunum.
Men stevnan vendir sær eisini til almennar stovnar, ið vara av hesum vinnugreinum.
Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum, leggur hon afturat.
Á stevnuni verður skipað verður fyri tí, tey nevna ?partenariati? í ítróttarhøllini í Runavík. Partenariatið er fyri afturlætnum hurðum og tað merkir, at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd og har er ætlanin at viðgera fyritøkur í ymsum vinnugreinum. - Mannagongdin fyri slíkum er, at luttakararnir frammanundan stevnuna, hava ynskt at hitta aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási.
Men tað verður eisini skipað fyri eini almennari ráðstevnu í Løkshøll, sum er nýggja Mentanarhúsið í Runavík. Evnið á ráðstevnuni er ?Nútímans Leiðslustýring? og har vera fýra áhugaverdir fyrilestrar um evnið
-