Stórur áhugi fyri »Fólkafundinum 2012«

Síðan Fólkafundurin 2012 varð almannakunngjørdur fyri ólavsøku, hevur áhugin fyri tiltakinum verið stórur, bæði við áheitanum og við viðmerkingum á internetinum.

Fyrireikararnir siga, at feløg hava longu ætlð at boða frá luttøku.

– Og nú hava vit ta gleði at boða frá, at tilmeldingin til Fólkafundin 2012 er alment latin upp. Tilmeldingin fer fram á www.tilmelding.fo/ff2012. Vanlig fólk nýtast ikki at melda seg til fyri at koma á Fólkafundin 2012; tað eru bert feløg, flokkar, politikkarar, samtøk o.s.fr. ið mugu melda seg til, um tey vilja hýsa einum framsýningarbási og møguliga hava ein skúlastovu til fyrilestrar, pallborðsfundir, verkstovur og annað, siga teir í tíðindaskrivi.

Uppsetingin av framsýningarbásunum í Hoyvíkshøllini verður skipað í gøtunøvnum. Tað vil siga, at politiskir flokkar, politisk ungmannafeløg, lokal valfeløg og politikarar halda til á Politikkgøtuni; fakfeløg á Fakfelagsgøtuni; frítíðar- og ítróttarsambond á Frítíðargøtuni; vinnufeløg og virkir á Vinnugøtuni; kommunusamtøk, kommunir og økir á Økisgøtuni; útbúgvingarstovnar, skeiðsvirkir og studentafeløg á Útbúgvingargøtuni; útlendskar sendistovur á Grannagøtuni; feløg ið varða at viðurskiftum hjá fólki við breki og sjúkum á Hjartamálsgøtuni og so framvegis.

Eisini kunnu tey, ið stovna bás á framsýningarøkinum, harafturat fáa fatur á eini skúlastovu í Hoyvíkar skúla, har tey kunnu skipa fyri ymsum tiltøkum (t.d. fyrilestrar, verkstovur, fundum og annað); tað er møguleiki hjá framsýnarum at fyriskipa hesi tiltøk alment og eisini at fyriskipa tiltøk bert fyri serliga innbodnum gestum.

Fólkafundurin verður hildin í Hoyvíkar skúla og í Hoyvíkshøllini seinnapartarnar og kvøldini 21. og 22. september.