Stevnan var í sambandi við, at tað í komandi mánað er val til eitt sonevnt eldraráð í Havn.
Tað var Tórshavnar Býráð, sum skipaði fyri stevnuni, og forkvinnan í sosialu nevnd hjá býráðnum, Katrin Dahl Jakobsen, letur væl at stevnuni.
- Tað vóru heilt nógv fólk á stevnuni, og eg haldi, at vit kunnu siga, at tað var ein ógvuliga góð blanding av fólki, tí talan var ikki einans um eldri fólk, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Føroyar kunnu gerast slóðbrótandi á eldraøkinum
Millum teirra, ið hildu fyrilestur á eldrastevnuni, var danski professarin, Bent Rold Andersen, ið er ógvuliga virkin á eldraøkinum í Danmark.
Danski professarin og fyrrverandi vísmaðurin heldur, at um eldraráðið, ið Tórshavnar Býráð fer at seta á stovn, kemur at virka eftir endamálinum, verður tað ein heimssensatión.
- Um eldraráðið kemur at virka soleiðis, at tað kann ráðgeva býráðnum við ymiskum, sum bert tey eldru kenna til, so verður tað slóðbrótandi fyri eldrapolitikk á heimsbasis, heldur Bent Rold Andersen.
Hann vísir á, at í flest øllum býráðum bæði her á landi og aðrastaðnis sita ógvuliga fá gomul fólk, og tí væntar kunnleikin til hetta øki.
- Allir politikkarar hava verið børn, og teir flestu eiga eisini børn. Tí kenna politikkarar til hesi øki, men teir vita einki um, hvussu tað er at verða gamal. Tí kann tað verða ógvuliga umráðandi at hava eitt eldraráð, ið kann ráðgeva, sigur Bent Rold Andersen.
Danski professarin sigur seg verða ovfarnan av tí stóra áhuganum fyri eldrastevnuni í Føroyum, og hann leggur afturat, at tað var serstakliga hugaligt at síggja, at tað vóru fólk í øllum aldri, ið vóru við til stevnuna.