Stórur áhugi fyri Dimmalætting

Tá Løkir keypti Dimmusamtakið var alla tíðina ætlanin, at Dimmalætting sjálv skuldi seljast burtur úr samtakinum.

Og sambært Líggjas í Bø, stjóra í Løkir, er stórur áhugi at keypa.
- Vit hava havt prát við fleiri áhugað, og av teimum hava vit valt út tríggjar áhugtaðar, sum vit meta sum seriøsir keyparar, sigur Líggjas í Bø.
Hann sigur, at enn eru ongar realitetssamráðingar farnar í gongd, og hann vil heldur ikki koma inn á, hvørjir teir tríggir seriøsu keypararnir eru.
Líggjas í Bø vil heldur ikki siga nakað um, hvønn prís teir vilja hava fyri Dimmalætting, men sigur, at prísurin er til samráðingar hvørja ferð.
Stjórin sigur, at ætlanin alla tíðina hevur veirð at fingið søluna avgreidda í hesum árinum, og at tað framvegis er málið.
Leysasøgur hava gingið um, at fyrrverandi stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, skal vera á veg at keypa Dimmalætting, men hetta avsannar hann.
- Eg eri í ferð við at upparbeiða mína egnu ráðgevingarfyritøku í løtuni, og einki er í tíðindunum um, at eg skal keypa Dimmalætting, sigur Eyðfinn Reyðberg.