Stórur fiskakeypari vitjar Fiskavirking

Á vitjanin í Føroyum fara umboðini fyri Frosen Fish at vitja virkið hjá Fiskavirking í Saltangará.

Fiskivinna

Mánadagin komu trý fólk til Føroya at vitja Føroya Fiskavirking. Hetta eru umboð fyri Frosen Fish í Týsklandi, sum heimskenda fiskakeyparafelagið, Unilever, eigur. Unilever, sum eigur ein hóp av feløgum kring um í Evropu og kanska aðrastaðni við, telist millum størstu keyparar av fiski í heiminum.
Størstu veitari hjá Frosen Fish í Føroyum, er Fiskavirking í Saltangará, sum selir sína blokkframleiðslu til felagið. Í Týsklandi verður blokkurin virkaður til eitt nú fiskafingrar og aðrar lidnar fiskavørur, sum síðan verða seldar í stóru matvøruketunum.
Unilever, sum eigur Frosen Fish, keypir og selir eisini aðrar matvørur enn fiskavørur.


Vitja í Saltangará

Hetta er ikki fyrstu ferð, at umboð fyri Frosen Fish vitja í Føroyum.
Millum gestirnar, er Irish, sum vitjar higar í minsta lagi einaferð um árið. Hon tekur sær av góðskueftirlitinum hjá felagnum.
Á ferðini í Føroyum, er eisini ein nýggjur stjóri hjá felagnum, og triðja fólkið tekur sær av innkeypi.
Sum nevnt, selir Fiskavirking í Saltangará sína blokkframleiðslu til Frosen Fish, og tí vitja gestirnir í Saltangará. Ætlandi komu tey higar seinnapartin í gjár.
Umboð fyri Føroya Fiskavirking hava áður eisini verið í Týsklandi og vitjað virkið hjá Frosen Fish, sum virkar blokkin til lidnar vørur.


Góðskuroyndir

Á vitjanin í Føroyum, fara umboðini fyri Frosen Fish at heilsa uppá umboð fyri Føroya Fiskavirking. Tey fara at hyggja at virkinum í Saltangará, hyggja at góðskuroyndum og skjølum.
Í slíkum samskifti verða góðskuroyndir tiknar í Føroyum og í Týsklandi, har blokkurin verður meirvirkaður.