- Nógv pund er farin av mínum herðum, so bersøgin er formaðurin í AB, Andrass Drangastein, nú uppflytingin hjá AB er veruleiki.
Venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze stórfegnast eisini um, at tað eydnaðist AB at reisa seg aftur, aftaná skelkin í seinastu umfari í fjør, tá TB vann uppflytingina frá AB uppá betri málmun.
Niðast ber til at hoyra seinastu løtuna, tá Skála hevði tapt 1-2 ímóti KÍ, og tá AB hevði vunnið 4-1 ímóti EB/Streymi. Tróndur Arge tosaði við spælarar, venjara og leiðarar hjá AB aftaná uppflytingin var veruleiki.