Stórur eldur í London

Stórur eldur hevur herja í London seinnapartin. 15 brandbilar og 75 brandmenn hava tikið lut í sløkkiarbeiðinum í Marconi House á horninum The Stand og Aldwych.

10 hæddir høgi bygningurin er í løtuni undir umbygging til eitt fimm stjørnur hotell og 86 luksus íbúðir.

Eldurin festi í ein part av takinum, men enn er ikki greitt, hví eldur er komin í.

Galliard Construction, sum hevði fleiri starvsfólk á staðnum, segði at øll sloppu burtur í øllum góðum.

Eldurin órógvaði eisini ferðsluna, og partar av The Stand, the Mall og Waterloo Bridge vóru stongdar eitt tíðarbil, skrivar Sky News.