Stórur eldur í Keypmannahavn

Seinnapartin kyknaði eldur uppi undir takinum á einum íbúðarhúsum á Valbygårdsvej í Valby í Keypmannahavn. Sløkkiliðið hevur roynt at forða fyri, at eldurin skuldi breiða seg til húsini við síðuna av, og sambært teimum seinastu tíðindunum breiðir eldurin seg niðureftir nú.

Umleið 200 fólk eru flutt úr húsunum, og myndugleikarnir royna nú at hýsa teimum, sum ikki kunnu sleppa til hús aftur í kvøld ella í nátt.

Íbúðarhúsini, sum eldur er í, eru í fýra hæddum. Húsini eru nýliga sett í stand og fingu millum annað nýtt tak tá.