Skipabygging
Í reiðarínum Thor hevur ikki verið nógv at gleða seg um seinastu tíðina. Tveir stórir eldsbrunar á risatrolarunum, Hercules og Athenu í Kyrrahavinum, hava sett síni spor í framsøkna felagið í Hósvík.
Leygardagin var øðrvísi, tá skip nummar 23 hjá felagnum og nýbygningur nummar 56 á Skála Skipasmiðju fór av bakkastokki.
Sjósetingin fór fram í dýrdaveðri, og tað sást á teimum mongu andlitunum á bryggjuni, sum vóru møtt fram í stórum tali, at hetta eisini var ein stórhending fyri bygdina. Hetta er fyrsta skipið síðani Heygadrangur fyri 20 árum síðani fór av bakkastokki, at eitt skip er sjósett á Skála.
Talan er um eitt 55 metrar langt veitingarskip, ið fer at arbeiða world wide í frálandavinnu og fer millum annað at sigla útgerð til seismikkskip, ið sjáldan koma til bryggju.
Arbeiðið byrjaði í november í fjør, og hálvan oktober verður tað latið eigaranum í Hósvík. Áðrenn hetta skal tað Hirtshals, har tað verður sandblást og málað.
Eftir sáttmálanum millum Thor og Tórshavnar Skipasmiðju skal verða heilt liðugt hálvan november.










