Stýriðsfundur hjá Norðurlandahúsinum er í dag á Hotel Hafnia í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið.
Har gleða tey gleða seg at uppliva norðurlendska mentan í morgin 8.mai, tá ið húsið verður latið upp kl.14.00 við spennandi skrá (sí niðanfyri).
Norðurlandahúsið hevur havt nógv at siga fyri føroyska mentanarlívið og netvirkan í norðurlendskum høpi, og tað sæst eisini eisini aftur á sjálvum føðingardegnum.
Tey á myndini eru hesi:
Ansti Dahlén, Leif Jakobsson, formaður, Christian Svane, Sigrún Valbergsdóttir, Michael Matz, Andrea Hendrikssen, Fróði Vestergaard, starvsfólkaumboð, Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum
Skrá fyri dagin
14.00: Opið Hús
14.30: Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum bjóðar vælkomin
Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn
Leif Jakobsen, stýrisformaður fyri Norðurlandahúsið
14.00-20.00:
Forhøll: Finskt Tango & norðurlendskir brellbitar
Skálin: Norðurlendskir stuttfilmar
Norðurstova: Frásøga við Katrin Petersen
Eystur- & Vesturstova: Interaktiv gestabók
Dansistovan: Listaframsýning við listaverkum sum eru ogn hjá Norðurlandahúsinum
19.30: Det Ferösche Compagnie (Høllin)
21.30: Singer- songwriter Konsert (Klingran)
23.30: Føroyskur dansur