Tað var sein serliga stórur dagur hjá Johannesen familjuni, tá ið FM var í ríðing í Marknagili í gjár.
Ríðisambandið sigur, at brøðurnir, Regin og Bárður Johannesen, hava kappast við rossum í nógv ár, men árið í ár ferð helst at vera minniligt hjá teimum, tí saman við dóttir Bárð, Ásu Bárðadóttir, gjørdu teir mestsum bart í ríðikappingini í gjár. Sostatt vunnu tey trý av fimm FM heitum, kappast varð um í gjár.
Regin Johannessen vann kappingina í tølt. Hann kappaðist við hestinum, Brynjar, sum Johny Kjærbo eigur. Bárður Johannessen vann skeiðkappingina á ryssuni, Syrpu, sum hann sjálvur eigur. Og Ása Bárðadóttir vann kappingina í tvíspori fyri ung og sostatt endurvann hon FM heitið, sum hon eisini vann í fjør, á ryssuni, Sílfa, ið hon sjálv eigur.
Eingin av teimum hevði tryggjað sær FM heitið áðrenn kappingina í gjár, men hóast øll høvdu sera sterka mótstøðu, so eyðnaðist tað hjá teimum trimum at vinna FM, sigur Ríðisambandið.










