Nú er júst rætta tíðin til at gera urtagarðin kláran til summarið og seta niður blómur, plantur, runnar og trø. - Kemur tú til Skála leygardagin, so er hópin av møguleikum at ogna sær blómur og plantur til summari. Skála Ítróttarfelag skipar aftur í ár fyri stórum blómumarknaði í Ítróttarhøllini á Skála. Tiltakið verður leygardagin 21. mai. Marknaðurin letur upp klokkan 10 og heldur á líka til klokkan 18, ella so leingi sum plantur eru eftir at selja.
Hetta er sætta árið á rað, at Skála Ítróttarfelag skipar fyri hesum tiltakinum. Undanfarin ár hevur verið sera góð undirtøka fyri tiltakinum og hava tey í Skála Ítróttarfelag góðar vónir fyri tiltakinum leygardagin. Í ár hevur Skála Ítróttarfelag keypt yvir 3000 plantur. Talan er um nógv ymisk sløg av plantum, runnum, trøum og summar blómum - í øllum hugsandi litum og skapum.
Umframt hetta, verður eisini møguligt at ogna sær ymiskt annað til urtagarðin so sum mold, pottar og havamøblar.
Tiltakið er í samband við bygdastevnuna, sum verður leygardagin á Skála, og tað verða nógv tiltøk, bæði í høllini og á økinum uttanfyri.
Nógv verður gjørt burtur úr fyri at pynta og hugna um í høllini. Dømi um hetta sæst á hesari myndini, sum er tikin á marknaðinum í 2008.
Skála Ítróttarfelag vónar, at fólk taka væl undir við tiltakinum og koma niðan í Ítróttarhøllina leygardagin til at finna sær íblástur til summarið og til at njóta hugnaliga umhvørvið har uppi.