Stórur amboðsdagur í Hoyvík

Mikudagin verður stórur demodagur í Handverkarabúðini hjá Bygma Balslev

Demodagur verður í Hand­verk­ara­búðini hjá Bygma Balslev mik­u­dagin ­13. apríl. Talan verð­ur um eina sølu­fram­sýn­ing við amboðum, har høvi verður at hitta nakr­ar av leverandørunum, sum sýna fram sínar vørur.
Á framsýningini hev­ur “Bacho” eitt breitt úr­val av hond­am­boð­um og sýn­ir fram amboð til bil­bransj­una sum t.d. luftamboð og hy­draul­isk am­boð. “Fein” kem­ur við einum demobussi, har teir sýna fram sítt stóra úr­val av el-amboðum til nógv ymisk endamál. “Las­er-Prof” hevur eisini nakr­ar nýggj­heitir, sum t.d. rota­tións­las­ar­ar við grøn­um las­er­strik­um og fugt­mát­ar­ar, sum gera tað lættari at finna svamp og hýggj. “Led Len­ser” sýnir eisini fram teirra lumma­lyktir, sum eru kend­ar fyri kvalitet og ljós­styrki.
Konsulentur frá “Protox” sýn­ir fram teirra produktir og ráð­gevur í sambandi við hýggj, svamp, insektir og tann ótýdliga luktin hesi geva frá sær sum t.d. Pro­tox Hysan, sum er eitt nýtt slóð­brót­andi danskt evni í­móti blá­mu­soppi, ið ikki legg­ur eft­ir sær vand­a­mikil evna­frøð­ilig evn­ir. Tí­skil hósk­ar tað væl til inn­an­duranýtslu. Eisini eru onnur Protox pro­dukt sum t.d. Protox Skim­mel, sum er eitt væl dámt og mun­agott evni til fyri­byrgj­an av soppaálopi. Protox Insekt er munagott evni til at beina fyri og fyribyrgja skor­dýrum, í gomlum og nýggj­u­m viði og Protox Svamp, sum er góðkent muna­gott evni til viðgerð av sopp­a­ál­opi í viði. Sølutorgið verð­ur mikudagin 13. apríl frá kl. 13-17.