Í kvøld fara Føroyar undir størsta setningin nakrantíð í altjóða fótbólti. At Føroyar skulu spæla ímóti fleirfaldu heimsmeistarunum og europameistarunum úr Týskalandi hevði bara fyri tólv árum síðani verið fullkomuliga óhugsandi. Men nú er tað veruleiki, og spælararnir skulu vita, at allir føroyingar ? heima og ikki minst burturi ? standa aftanfyri og lyfta, nú lítli David er á veg ímóti størsta Goliat í Europa.
At spæla ímóti einum av teimum stóru er ikki ókent fyri føroyska landsliðið og tíbetur ikki fyri teir flestu, sum í kvøld fara á vøllin í Hannover. Føroyar hava spælt ímóti nógvum tjóðum, sum eru góðar og sterkar. Tá tað snýr seg um tær størstu, sterkastu og bestu, so hava Føroyar spælt ímóti Spania, Russlandi og Jugoslavia. Í kvøld er Týskland á skránni og so er at vóna, at lutakastið eina ferð í næstu framtíð fer at laga seg soleiðis, at Føroyar verða flokkaðar saman við onkrum av hinum størstu ? Onglandi, Fraklandi, Italia og Hollandi.
Stórtapini á heimavølli
Hóast jugoslavar eru bóltsnillingar, so verður Jugoslavia ikki í dag roknað ímillum størstu fótbóltstjóðirnar. Men tað varð sambandsríkið Jugoslavia, tá Føroyar í mai í 1991 vóru har niðri. Føroyar løgdu rygg til eyðmýkjandi 7?0 tap. Síðani hava Føroyar tapt fimm ferðir ímóti Jugoslavia: 2?0 í Landskrona, 3?1 og 2?0 í Beograd og 6?0 og 8?1 í Føroyum.
Burtursæð frá stórkiksaranum, tá føroyingarnir vóru óroyndir og lótu seg lokka fram á vøllin í Beograd, so vísa tølini, at tað hevur roynst betri á útivølli ímóti Jugoslavia, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Og hetta er eisini galdandi fyri dystirnar ímóti Russlandi og Spania.
Føroyingar hava tvær ferðir verið í Moskva. Fyrru ferðina, í 1995, endaði tað 3?0, og seinnu ferðina, í 2001, endaði tað 1?0. Í Føroyum vunnu russararnir í 1995 5?2, og í fjør vunnu teir 3?0.
Tá Spania í 1996 vitjaði á Svangaskarði var úrslitið 6?2. Árið eftir vunnu spaniólar á heimavølli 3?1.
Minnir um Spania
Dysturin í Hannover í kvøld minnir nógv um setningin, sum føroyska liðið hevði fyri sær í Gijón í Spania leygardagin 11. oktober í 1997.
Tá vóru nakrir dagar síðani, at landskappingin var lokin, og tá varð mett, at talan var um størstu avbjóðingin nakrantíð. Spania var á odda 2?0, tá 27 minuttir vóru farnir, og tað var vandi fyri stórskrædli í 2. hálvleiki.
Men dygst undan hvíldini minkaði Jens Kristian Hansen um munin (føroyingar skoraðu trý av teimum seks málunum, sum íalt fóru ígjøgnum hjá Zubizaretta í allari kappingini). Føroyingar fingu nýggja orku, og heimaáskoðararnir vóru avgjørt ikki nøgdir við heimaavrikið í 2. hálvleiki, tá teir bara fingu málið, sum Enrique skoraði átta minuttir undan leikloki. Teir tredivu túsund áskoðararnir góvu alt meiri til kennar, at teir tóku á við føroyingunum, sum vórðu klappaðir av vøllinum.
Átta av spælarunum, sum vóru við í Spania fyri fimm árum síðani, eru eisini við í Hannover. At tað eru nógvir, sum hava nógvar royndir, eigur at hjálpa væl, og so er tað ikki so galið í kvøld at vita, at hagtølini siga, at tað ofta roynist betri á útivølli ímóti teimum størstu, enn tað ger á heimavølli.