Stórt vónbrot í Onglandi

Eftir at heimaliðið á Wembley ímóti Kroatia hevði strítt seg úr vónloysinum og upp á 2-2, kiksaði tað kortini hjá Onglandi

Fótbóltshýrurin í Onglandi er vánaligur í gjárkvøldið. Fyri lítlari løtu síðani varð tað greitt, at Ongland verður ikki partur av EM endapælinum í Sveis og Eysturríki næsta summar.

Treytin í heimadystinum á Wembley í gjárkvøldið var, at Ongland í minsta lagi megnaði eitt stig. Tað megnaði Ongland ikki.

Eftir eitt korter var Kroatia, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið bólkin, frammanfyri 2-0.

Eftir steðgin varð David Becham settur á vøllin. Ongland fekk fatur á spælinum, teir minkaðu um munin, og tá ið Ongland eitt korter undan leikloki javnaði til 2-2, tóktist tað sum um, at setningurin var greiddur.

Stutt undan leikloki skoraði Kroatia sigursmálið til 3-2, og harvið varð staðfest, at EM endapælið verður uttan Ongland.