Leygardagin 27. apríl verður Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, og fyriskiparnir hava lagt seg eftir at skráin verður so fjølbroytt sum gjørligt.
- Vilt tú royna teg sum víking, og ert tú forvitin eftir at kenna søguna hjá Sigmundi og Tróndi í Gøtu og Tróndarneyst, so skalt tú leggja leiðina fram við Skipanes, siga fyrireikararnir.
##med2##
Tí har verða víkingalegur nevniliga settar upp á staðnum, har tú kanst royna teg sum víking - td. mala korn, baka flatbreyð, kasta við spjóti og royna leikir við togenda.
Umframt at royna víkingaskip og føroysk ross kanst tú eisini uppliva, hvussu Tróndur í Gøtu fyrireikaði seg til bardaga.
Skráin er long og fjølbroytt, og øll skráin fyri Mentanarvikuna er á visitrunavík.fo umframt á facebooksíðuna Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.
##med3##













