Stórt útboð trýstir prísin

- Sera stórar nøgdir av laksi trýsta prísirnar niður um 30 krónur fyri kilo, nú ein vika er eftir til jóla.

Tað sigur Vinnuhúsið í dag og vísir til heimasíðuna www.kyst.no

- Út við 30.000 tons av rundum laksi vórðu útflutt úr Noregi í seinastu viku, og laksaprísurin er fallin orsakað av hesum.

Lagt verður aftrat, at eftirspurningurin eftir laksi í jólamánaðinum er sera stórur, bæði í Evropa og USA, men nøgdirnar, sum eru komnar á marknaðin, eru tó so mikið stórar, at prísurin er fallin.

- Samanbera vit við øll onnur hálvár í nøgdum og prísum, eru ábendingar um, at eftirspurningurin á feskfiskamarknaðin er vaksin við 22% í mun til sama tíðarskeið fyri einum ári síðani. Roknað verður tó ikki við, at prísurin á laksi kortini fer niður um 27-28 norskar krónur fyri kilo.

Sagt verður, at innkeyp av laksi til royktar vørur er minkandi, nú jólini nærkast, og tískil fer meginparturin av laksinum inn á feskfiskamarknaðin.

- Russiski marknaðurin tekur minni av laksi enn undanfarnar vikur av tí, at Kili útflytir fryst fløk til lágar prísir.

At enda verður sagt, at eftirspurningurin á marknaðinum í USA er heldur frægari enn Evropa.

- Um hesin eftirspurningur verður varandi, er torført at meta um, tí tað veldst um, hvussu stórar nøgdir koma úr Kili, skrivar www.kyst.no