Stórt tatoveringstiltak í Vestmanna

Skipað verður fyri ?Tattoo-treffi? í Vestmanna, vikuskiftið 13. og 14. mai ?Tattoo-treffið? í Vestmanna er bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, frá kl 13 til 04. Føroyski tatovørðurin, Dia Jacobsen fer at bjóða teimum vitjandi sínar tatoveringar. Umframt Dia Jacobsen, verða eisini útlendsku tatovørðarnir Fjølnir úr Íslandi og Blackpearl úr Bretlandi, sum fara at bjóða seg fram.

Fríggjakvøldið fer Royal Hárfríðkan at vísa fram sonevndar ?hárextensions?, leygardagin koma MC klubbar á vitjan frá kl 14.30, og eisini verður ein spennandi Harley Davidson framsýning á skránni. Leygardagin ber eisini til at fáa piercing.

Øll sum hava áhuga fyri tatoveringum fáa ein møguleika at síggja hvussu tatoveringar verða gjørdar. Tey kunnu eisini fáa eitt prát við tatovørðin, og velja at fáa sína egnu tatovering.

Við í prísinum, sum einans er 100 krónur fyri alt tiltakið, er eisini atgongumerki til dansin sum verður leygarkvøldið frá klokkan 24, tá Holgar og Villmenn fara at spæla.