Stórt tónleikatiltak í Klaksvík um vikuskiftið

Leygardagin verður skipað fyri stórari konsert í KÍ høllini.

Fyrireikarinir siga, at eitt av málinum teir hava sett sær, er at fáa Klaksvíkina upp aftur sum tónleikahøvuðsstað. Tað vera sjey klaksvíksbólkar umframt Jens Marna Hansen, ið fara at framføra. Diskotek verður út á náttina við Dj Cool.

 

Bólkanir, ið vera at síggja á palli, er:

 

Birgir og Noel.

Lindi og Bogi.

Hans Andreas.

Kristian og Mikkjal.

Rógvi Jakobsen.

Timburmenn.

Jens Marni Hansen.

Martin Kjærbo, ið gongur undir navninum Dj Cool.

 

Frásøgumaður verður Ólavur Klakk.