Í kvøld klokkan 19.00 byrjar stóra stuðulstiltakið til frama fyri børnum og ungum í Føroyum. Tað er Barnabati, sum skipar fyri. Peningurin, sum kemur inn, fer til virksemið hjá Tú & Eg ráðgevingina hjá Barnabata.
Luttakarar til stuðulstiltakið eru millum onnur Lena, Fríði T. Bjørgvin, Rebekka Petersen, Jens Lisberg við bólki, Birita & Rókur, Jensina Olsen við barnakóri, Sjúrður Skaale og Robert McBirnie.
Eisini stuttfilmar og ymisk spennandi tónleika-og lista innsløg verða á tiltakinum, boða fyrireikararnir frá.
Vinnarin av ársins plakatkapping á eg.fo verður kosin.