Klaksvík:
Gospelkonsertin byrjaði nakað seinni enn ætlað, men tað bilti tó ikki, hóast nakað váttligt var í veðrinum. Harvið fingu fyrireikararnir roynt festivaløkið í ivasamum veðri eisini, tí um hetta verður eitt afturvendandi tiltak, so kann neyvan roknast við, at veðrið verður so gott hvørjaferð.
Góð nøvn vóru á skránni hetta kvøldið, og fólk gleddu seg at hoyra gospeltónarnar.
Sigrid Rasmussen var fyrst á pallin. Við sínari flottu rødd hugtók hon allar áhoyrararnar, men av tí at tað einans vóru hon og Gunnar Guttesen á klaveri á pallinum, so tyktiskt tað sum, at hon til tíðir hevði hug at hvørva á tí stóra pallinum. Hetta komst kanska eisini av, at hon var fyrst, og løgini vóru mest sum øll á tí meiri stillu síðuni.
Ikki so løgið, at allir einstaklingarnir dagin fyri, stóðu á lítla pallinum við Sparikassan. Har rukku tey nógv betur út til áhoyrararnar enn Sigrid gjørdi sunnukvøldið. Men tað kann hennara framførsla sum so ikki lastast fyri, tí hennara lutur lá ikki eftir.
Fagervik og Kim
Tá Sigrid var liðug við sína framførslu, kom Hans Inge Fagervik á pallin. Hóast her aftur var talan um einstakling, so megnaði hann væl at røkka út til áhoyrarnar. Hann hevði eisini nakrar tónleikarar afturat sær, sum munaðu nógv.
Beinanvegin tá Hans Inge Fagervik byrjaði at tosa, fekk ein ta fatanina, at her var talan um ein sera sympatiskan persón. Røddin hjá honum er kraftig, og hann rakk út um allan býin.
Hæddarpunktið á hansara framførslu var tó, tá hann byrjaði at syngja vakra lagið Marita. Ella Maria, sum vit betur kenna hann á føroyskum. Og mitt í sanginum kom so Kim Hansen á pallin, og skiftust teir um at syngja hvør sítt ørindi á ávíkavist norskum og føroyskum. Hetta dámdi áhoyrarunum sera væl.
Torkil skaraði framúr
Victor Carlsen var frásøgumaður á konsertini, og hann mátti tosa eina góða løtu, áðrenn næsta orkestrið var klárt. Torkil Mørkøre og hansara fólk, sum var tað manssterkasta orkestrið á pallinum hetta kvøldið, tóku nakað av tíð, áðrenn teir vóru klárir. Men tá tað so var klárt, fingu áhoyrararnir tónar at hoyra, sum fanga eitt hvørt oyra.
Tónleikurin var melodiøsur og vælframførdur. Eisini bæði sást og hoyrdist tað væl á áhoyrarunum, at her var veruliga talan um lívliga framførslu og gospeltónleik, tá hann er best.
Serliga seinasta lagið Sælur er hann, ið fátækur er, fór uttan iva inn undir húðina á teimum flestu. Tónarnir fyltu alt økið væl og virðiliga og rættuligt lív kom í fólk. Ilt er at seta orð á, júst hvat tað var, sum gjørdi, at hetta orkestrið fangaði so væl, men á ein ella annan hátt megnaðu teir tað eina tonn betur enn hini. Spennandi er at vita, um Torkil og co. fara at koma út við einari fløgu skjótt.
Gamal kenningur
Seinasti tónleikari á pallin var Kjell Samuelson. Hann hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður, og hann sang nakrar av sínum slagarum. Hann spældi somuleiðis nøkur nýggj løg, sum eru á hansara seinastu fløgu. Og hóast fólk høvdu staðið í regni í góðar tveir tímar, so var lagið avbera gott, og teimum dámdi væl konsertina. Kjell Samuelson endaði sína framførslu og harvið konsertina við vakra lagnum If tomorrow never comes.
Síðani bóru fólk, sm skuldu úr býnum skjótt at. Dúgvan sigldi beint eftir konsertina. Hon mátti sigla tveir túrar fyri at kunna flyta øll tey vitjandi av aftur Klaksvík.
Gospelkonsertin var tað veruliga punktumið fyri Summarfestivalinum 2004, og eisini tann konsertin eydnaðist framúr væl. Men spurningurin er tó, um ikki hon kundi samantvinnast við ta stóru konsertina, sum var dagin fyri. Tað hildu nøkur fyri, sum stóðu millum áhoyrararnar hetta sunnukvøldið.
Beint eftir konsertina varð farið í holt við at rudda av aftur. Tí mánamorgunin skuldi verða koyrandi aftur eftir Biskopstøgøtu, so tað mundi líða nakað út á náttina, áðrenn fyriskiparar og hjálparfólk sluppu heim.