Stórt nýggjárshald í Hvalvík

Fleiri staðni kring landið, verða kommunurnar aktivir luttakarar, tá nýggja túsundáraskeiðið skal skjótast inn. Hvalvíkar Kommuna ætlar sær ikki at standa aftan fyri hinar í so máta, og tískil verður skipað fyri stórslignum nýggjárshaldi

Tað er ikki bara í Havn og suðuri í Vági, at nógv verður gjørt burturúr, at vit um fáar dagar fara inn í eitt nýtt túsundáraskeið.

Hvalvíkingar ætla sær so sanniliga eisini at skjóta nýggja túsundáraskeiðið inn so tað forslær.

Hetta at gera nógv burtur úr einum ársskifti er annars ikki nakað nýtt í kommununi. Í fleiri ár hevur stórt nýggjárshald verið, har alt bygdafólkið er savnað. Hetta hevur vanliga verið fyriskipað av einstaklingum, sum hava gjørt hetta av egnum áhuga, men í ár hevur bygdaráðið í Hvalvíkar Kommunu so gjørt av at vera við í hesum.


Fyri borgararnar

Heðin Zachariasen, bygdaráðsformaður, greiður okkum frá, at málið var fyri á fundi, og semja var um, at hetta so avgjørt var eitt tiltak, sum Kommunan átti at stuðla.

Hvalvíkar Kommuna hevur seinastu árini goldið rættuliga nógv av skuldini niður, soleiðis at skuldin 3 tey seinastu árini er minkað úr 10,4 niður í 4,8 mió.kr., og hetta hevur sjálvandi merkt, at rásarúmið fyri tiltøkum fyri borgarunum ikki hevur so stórt, sum um peningurin varð nýttur til onnur endamál.

Tí helt bygdaráðið, at hetta var eitt fínt høvi til at gera nakað fyri borgararnar í kommununi, sum telur bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Nes.


Nakað eyka

Tiltakið byrjar gamlaárskvøld kl. 20, tá skipað verður fyri borðhaldi, sum er ætlað øllum borgarum í kommununi. Við tað at borðhaldið er sett at byrja kl. 20, er gjørligt hjá bygdafólkinum at røkka bæði guðstænastuni og borðhaldinum, soleiðis at eingin verður við skerdan lut. Í løtuni eigur kommunan eingi høli, sum kunnu rúma nóg mikið av fólkum, men hetta verður tó eingin trupulleiki, við tað at P/F Skretting eigur eini stór og rúmlig høli, sum verða nýtt til endamálið.

Borðhaldið stendur so við í einar tríggjar tímar, áðrenn kyndlagongan byrjar uml. Kl. 23. Frammanundan hesum verða ein rúgva blikkum tendrað, so tá kyndilsberararnir fara avstað, skuldi rættuligur nýggjársdámur verið á bygdini. Gingið verður runt bugtina, soleiðis at enda verður við bálið, har kyndlarnir verða nýttir til at fáa gongd á logan.

Um midnáttarleitið verður so tað stóra brakið, tá fýrverk fyri einar 25.000 kr. skal sendast í loft. Eftir at skotið er, verða allarhelst stundir til at fáa sær prát, soleiðis sum siður er, og um tvey tíðina verður so farið oman í kappróðraneystið, har dansur verður fyri bygdafólkinum.

Bæði bál og dansur hava verið vanligir tættir seinastu árini har á leiðini, men risa borðhaldi, saman við kyndlagonguni og fýrverkinum fer ivaleyst at gera sítt til, at dámurin gerst heilt serligur hesu ferðina.


Fer at eydnast væl

Sum omanfyri nevnt, so er hetta fyrstu ferð, at kommunan sjálv er við til at fyriskipa eitt slíkt tiltak, men Heðin Zachariasen ber ongan ótta fyri, at tiltakið ikki fer at eydnast.

Gott fólk er sett at taka sær av øllum lutum, soleiðis at ymsir ábyrgdarpersónar eru at taka sær av kyndlum, blikkum, báli, fýrverki og borðhaldi.

Heðin ivast sostatt ikki í, at alt fer at ganga sum tað skal, og at einasta forðing, sum kann gera seg galdandi er?veðrið. Vóanandi fer hetta tó eisini at vera í lagi, soleiðis at allir føroyingar, sundalagsmenn og aðrir, koma væl inn í nýggju øldina. Tað vildi í øllum førum verið synd, um alt fýrverkið mátti bíða í 1000 ár afturat.