Fýra bólkar eru við, og teir eru Clickhaze, MC Hár, Déja Vu og Tangz.
? Ógvuliga nógv fyrireiking skal til eina slíka konsert, og vit leggja ógvuliga nógv orku í at fyrireika, sigur Herborg Joensen, sum situr í nevndini hjá Kyndli, sum skipar fyri konsertini.
? Eini 40-50 fólk skulu vera til taks hetta kvøldið. 25 duravørar eru, og harumframt eru eisini fólk í garderobuni og aðrastaðni.
Undanfarin ár hevur stórur áhugi verið fyri konsertini. Høllin kann taka upp í 1500 fólk, og okkurt árið hava tað verið heilt til 12-1300 fólk inni.
Herborg vónar, at fólk fara at taka væl undir við konsert ini. Plakatir skulu prentast fyrsta dagin, og atgongumerkini fara at kosta 120 krónur. Konsertin byrjar klokkan 23.30, og endar klokkan 16. Sostatt verður umleið ein tími í part til hvønn bólkin.