Stórt mannfall í B36 og B68

Fremstu álopsspælararnir hjá toftamonnum eru burtur, og neyðugt er við nýggjari verju í árstalsfelagnum, sum hevur gott mót undan aðru grannauppgerðini í eina viku

Eftir steðg orsaka av steypa­kappingini síðsta vikuskifti er umfar í landskappingini aftur á skránni. Sjøtil verður settur á fjórða umfar longu í kvøld, tá ið grannarnir í Gundadali bresta saman. Hinir fýra dystirnir eru settir at vera sunnudagin.
Sambært støðutalvuni er talan um innanhýsis upp­gerðir millum seks tey ovastu á talvuni og innan­hýsis uppgerðir millum tey fýra, sum nú eru á niðastu pláss­unum.
Tað er lítið fráliðið, og tað eru 24 umfør eftir at spæla. Í fjør vísti AB, at tað ber til orduiliga at fóta sær, hóast tað í nógvum teimum fyrstu um­førunum ikki gekk nakað serligt. Men ofta hevur tað víst seg at vera tungt hoyggj at draga, tá ið munurin frá teimum við soltnastu úr­tøkuni og fram til tey bestu tíðliga í kappingini verður ov stórur.
At skráin hetta vikuskiftið sær út, sum hon ger, ber við sær, at tað er møguleiki hjá eitt nú AB og serliga Víkingi, sum ikki hevur havt eydnuna við sær, at lyfta seg nærri plássunum, sum hesi feløgini halda, at tey eiga at vera við í kappingini um. Felags fyri AB og Víking er tað, at tey hesa ferð eiga heimavøll ímóti uppflytarunum.
Burtursæð frá B36 og Skála so eru øll hini feløg­ini í Effo-deildini fram­vegis við í kappingini um løg­mans­steyp­ið. Harvið verður tað næstu vikurnar heilt stutt millum týdningarmikar dystir.

B36 skal hava nýggja verju
Sunnudagin sendi HB grannarnar í B36 úr steypakappingini. HB var frammanfyri 2-0 í 1. hálvleiki, og støðan var 3-0, áðrenn B36 fekk um endan og tvær ferðir minkaði um munin, og síðstu løtuna var tað heilt spennandi.
Undan grannauppgerðini í landskappingini er tað greitt, at tað enn eina ferð verður neyðugt at umskipa B36 verjuna. Eli Falkvar Nielsen, sum sunnudagin var undir liðini á Hørði Askham í mið­verjuni, er leikbannaður. Klæmint Matras er skaddur, Karl Martin Danielsen er lang­tíðarskaddur, og Robert Heðin Brockie, sum í fjør var sjálvskrivað val, er burtur­staddur. Tá ið tað stendur so illa til við fólki, hevði verið upp­lagt at flutt verjukenda mið­vallaran Símun Joensen aftur í miðverjuna, har hann við­hvørt hevur vikarierað, men tað ber heldur ikki til, tí Símun noyddist av vøllinum sunnudagin orsaka av knæskaða, og hann verður ikki tøkur í kvøld.
– Vit hava gott mót, og tað kann gott vera, at tað verð­ur ein nýggjur og á hesum støð­inum óroyndur maður, sum fær møguleikan, og satt at siga stúra vit ikki fyri hes­um, tí nýggi maðurin hevur í 1. deild víst, at vit skulu rokna við honum, sigur liðformaðurin og hjálpar­venjarin Jákup á Borg. Hann sipar til 20 ára Anders Eriksen, sum í fyrstu um­før­unum hevur verið álitið í mið­verjuni hjá liðnum í 12. deild, sum eftir fýra um­før hevur fult stigatal og mál­munin 18-4.
– Hann flutti í B36 í fjør. Anders er stórur og sterkur, hann hevur góða spælfatan, og hann dugir væl at finna saman við liðfeløgunum. So tí kvíga vit ikki so nógv fyri, sigur Jákup á Borg.
Hvat ber við sær, at tit rokna við, at tað hesa ferð skal ganga øðrvísi, enn tað gjørdi, tá ið tit sunnudagin taptu 3-2 ímóti HB?
– Serliga seinni parturin av 2. hálvleiki. Tá fingu vit rættiliga um endan. Fyrsta stóra tíman vóru vit als ikki so við upp á tað, sum tað er neyðugt at vera, um hugsn­ingur skal vera um at fáa nakað burturúr so góð­um liði sum HB. Tí skulu vit taka út­gangsstøði í tí, sum vit vístu síðstu løtuna sunnudagin. Og um nakað skal spyrjast burt­urúr, so er alneyðugt, at vit sleppa undan persónligu mis­tøkunum, ið kostaðu so nógv ímóti HB.
HB venjarin Heðin Askham fegnast um, at tað eydnaðist at vinna steypa­dystin:
– Tað var málið, og at tað eydnaðist ber boð um, at úrtøkan ímóti B36 var betri, enn hon oftast hevur verið tey seinnu árini. Sjálvandi ætla teir sær at byggja upp á avrikið síðstu løtuna. Tá ið vit síggja hetta frá okkara síðu, so mugu vit staðfesta, at nógvir av okkara síðstu tíggju minuttirnar, tá ið teir pressaðu, mistu høvdið. Tað vóru fyrst og fremst royndu menninir – Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen og Andrew av Fløtum – ið lyftu liðið fram ímóti sigrinum. Teir hava verið framúr higartil í ár. Nú ræður um at fáa skil aftur á spælið í borðunum. Serliga síðstu løtuna vóru vit ikki sannførandi í tí partinum. Um tað fæst at rigga aftur, so hava vit gott mót.
Sunnudagin var tað steypa­dystur, og í kvøld verður tað lands­kappingar­dystur. Er tað stórur munur á avbjóðingunum?
– Í steypakappingini ræð­ur um at vinna hvørja ferð. Tað gerst tú ikki í lands­kapp­ingini. Vit fara eftir sigr­inum, men tað er greitt, at fyri­treytirnar eru øðrvísi, enn tær vóru sunnudagin, sigur HB venjarin.

Skulu finna seg sjálvar
Uppflytararnir av Skála bíða framvegis eftir fyrsta stig­inum. Nú skulu teir royna seg á Argjum. AB legði bragd­liga fyri, men eftir 2- 0 sigurin í Serpigerði hevur talan ikki verið um úrtøku á heimavølli ímóti B36 (1-2) og á útivølli ímóti NSÍ (3-0). Í steypasigrinum ímóti TB síðsta vikuskifti var tað neyðugt við brots­sparks­kapp­ing, áðrenn AB hevði kvali­fi­serað seg til næsta umfarið. Bill Jacobsen segði í síni eftirmeting, at síðstu løtuna vóru hansara spæl­arar illa sperdir.
Og hetta er tað, sum hann vónar verður betri ímóti Skála:
– Skálamenn eru illa sperd­ir, og talan verður iva­leyst um tætta og tor­føra avbjóðing. Um vit ætla okk­um longri upp at kappast, so er hetta ein avbjóðing, sum vit mugu fáa fulla úrtøku burturúr.
Hvat gera tit fyri at fáa meiri støðugt avrik?
– Hetta er lykla­spurning­urin. Í løtum hava vit higartil spælt væl, og aðrar løtur hava vit púra mist takið. Tað er stórur saknur í Morten Overgaard, miðverjanum, sum seinnu árini hevur verið undangongumaðurin. Tíverri vita vit ikki enn, nær hann verður tøkur aftur. Nógvir spælarar eru ungir, og vit hava nógv nýtt fólk. Eftir at vit vunnu 2-0 í Gøtu, eru tað ivaleyst fleiri, sum rokna meiri við okkum. Tað er neyðugt at vera eyð­mjúkur í uppgávuni og at arbeiða nógv og hart. Eg ivist ikki í, at evnini eru á liðnum, og at tey fara at koma meiri støðugt til sjóndar, sigur Bill Jacobsen venjari hjá AB.
Eliesar Olsen er framvegis venjari á Skála. Úrtøkan eftir trý umfør er 1-10 og 0 stig:
– Ein stórur partur av frá­greiðingini er, at spælar­arnir eru so óroyndir. Pætur Dam Jacobsen hevur spælt umleið eins nógv í bestu deildini sum allir hinir tilsaman. Í fjør vísti liðið fótbóltsligar dygdir. Higartil í ár hevur tað ver­ið torførari. Men vit kníta nevarnar saman og leita aftur til grundarlagið. Vit stríð­ast, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at verða betri, sigur Skála venjarin, sum hev­ur allar sínar menn tøkar undan ferðini suður á Argir.
Í fjør gekk tað av skriðuni nógvu tey fyrstu umførini hjá AB, áðrenn tað vendi:
– Tað var gott dømi um, at tað er neyðugt at venja seg við nýggju umstøðurnar eftir uppflytingina, stað­festir Eliesar Olsen.

Nýggjar avbjóðingar hjá NSÍ
Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Eftir trý umfør í lands­kappingini eru teir gulu úr Runavík einasta liðið við fullari úrtøku. Mál­munurin er 9-1, og sunnu­dagin var úrslitið á Vágseiði 4-0 sigur á FC Suðuroy í steypakappingini.
Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, er sjálvandi væl nøgdur við gongdina higartil. Samstundis vísir hann á, at nú bíðar nýggjur partur og aðrar fyritreytir enn tær, sum higartil hava verið:
– Vit hava spælt ímóti upp­flytarunum og ímóti AB, sum í fjør var nýtt lið í deildini. Sjálvandi kunnu vit bara fegnast um, at vit higar­til hava vunnið fulla úrtøku, og at tað hevur gingið væl við bæði at skjóta mál og verju­partinum. Spælararnir hava vult og heilt hildið seg til tað, ið frammanundan er avrátt, og í Vági bar til at lata onkrar at royndu monn­unum hvíla eitt sindur. Men vit vita eisini, at nú bíða stórar avbjóðingar á úti­vølli. Vit skulu til Fugla­firðar, í Gundadal ímóti HB og so tvær ferðir til Streymnesar at hitta EB/Streym í lands­kappingini og steypa­kapp­ingini.
Hvat rokna tit við?
– Vit gera okkara besta, og vit vóna sjálvandi altíð, at tað skal eydnast at vinna. Vit vita, at vit fara ikki at vinna allar dystirnar. Saman við spælarunum hava vit sett okkum mál fyri næstu fýra dystunum á útivølli, men eg haldi, at vit fara at halda hetta fyri okkum sjálvar.
Hvussu vit ÍF?
– Eg sá teir í Gundadali ímóti HB. Teir taptu, men serliga í 2. hálvleiki sá tað gott út, og sunnudagin hoyrdu vit, at Clayton Soares er við at finna netið í mót­støðu­málinum. Oyggja­upp­gerð­ir­nar eru altíð undir­haldandi og spennandi, og í Fugla­firði er torført at spæla ímóti ÍF. Vøllurin er ikki so breiður sum aðra staðni, og ÍF liðið er serliga væl fyri í høvuðs­pælinum, sigur Trygvi Mortensen.
Í Fuglafirði fegnast teir um, at Jan Ó. Ellingsgaard aftur er tøkur. Hann er komin heim av flatlondum í páskafrí.
Jákup Mikkelsen er so smátt farin av venja aftur. Hann hevur framvegis trupul­leikar við knænum.
– Eg fari at spæla aftur, men tað er ikki greitt enn, nær tað verður, sigur vete­ran­málverjin.
Hvussu er liðið sammett við í fjør?
– Liðið hjá okkum er gott og kanska betri enn í fjør, tá ið vit vunnu silvur. Tað er kapping um plássini, og spæl­ararnir geva seg fult og heilt í venjingunum, sigur Jákup Mikkelsen.
Í Fuglafirði hava bæði Fritleif í Lambanum og Høgni Zachariassen verið á vong­verjanum í vinstru. Í mið­verjuni hevur Poul N. Mikkelsen spælt allar dystir­nar á tamb, og á fram­rættaðu plássunum bjóðar Ari Ó. Ellingsgaard av í kapp­ing við Nenad Saric og Dánjal á Lakjuni.

Ivi um KÍ toppskjúttan
Tað gongur striltið fyrstu um­førini hjá EB/Streymi. Soleiðis plagar tað at vera, og soleiðis hevur tað víst seg at verið fyrstu umførini í ár.
Skaðar hava darvað, men nú hevur Rúni Nolsøe allar sínar menn tøkar, tá ið sæð verður burtur frá Arnar Dam, sum er langtíðarskaddur.
Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen eru báðir komnir fyri seg aftur. Í steypa­dyst­inum síðsta sunnudag í Gunda­dali vísti Arnbjørn, at mál­tevinum bilar einki.
Hjá KÍ er verri statt. Í fjør skoraðu Álvur F. Christian­sen og Páll A. Klett­skarð flestu málini. Higartil hava teir ikki verið darvaðir og tískil ikki so eyðsýndir sum mál­skjúttar. Soleiðis er tað fram­vegis. Tað verður ikki fyrrenn stutt undan dystar­byrjan, at tað verður greitt, um Páll verður førur fyri at spæla.
Rodrigo vísti mikukvøldið við tveimum málum á næst­besta liðnum, at hann er førur fyri at spæla. Hann verður við, og tað er ein møgu­leiki fyri, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.

Stórt mannfall á Toftum
Marginalirnir hava higartil ikki verið við Víkingi. Í steypadystinum ímóti Skála eydnaðist tað at vinna 2-0, og sum tíðin leið kundi málmunurin verið uppaftur størri.
Í oyggjauppgerðini ímóti fyrrverandi Víkinga venjar­anum, Jógvan Martin Olsen, og B68 í Serpugerði er heimaliðið at rokna sum greiður favorittur.
Á Toftum er mannfall, sum rakar meint. Málverjin, Kristian Joensen, og bestu álopsessini Jonleif Højgaard og Óli Højgaard Olsen eru ikki tøkir, og Evrard Blé, sum saman við Jann Inga Petersen varð roknaður at vera royna álitið á mið­vøllinum, er framvegis skaddur.
Ragnar Lindholm er av­loysari millum stólparnar. Øssur Hansen og Jógvan Martin Olsen verða noyddir at fremja fleiri broytingar, tá lyklaspælarar eru burturfrá.
Tí ræður um at brynja seg við góðum hugburði og sjálvsálitinum, sum óroyndu toftamenninir í løtum – men ikki altíð – hava víst higartil í ár.