Stórt LAN-Party í Lopra um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið verður eitt tiltak í Lopra, sum tey neyvan áður hava sæð har um leiðir. Tá fer áhugafelagið Kyrruvík at skipa fyri tí, tey nevna ?LAN-party? í bygdarhúsinum í Lopra.

Kappingin verður alt vikuskiftið frá klokkan átta fríggjakvøldið til klokkan seks ella átta sunnumorgunin.

Tað er eitt langt tørn, so ymiskt lætt verður at fáa til keyps, so at luttakararnir ikki koma í neyð av svongd ella tosta.

Kappast verður í ?Counter Strike: Source? fyrsta kvøldið og í ?Call of Duty: Modern Warefare? seinna kvøldið.

Tað fyrra kvøldið ber eisini til hjá lutakarum at kappast í ?Fifa 11?.

Føroya Tele syrgir fyri inernetsambandið og hevur stuðlað við vinningum, sum eru Nintendo Wii, keyboard, fartelefon, geymi, mús, internetradio og vevmyndatól.

Ágóðin fer til Áhugafelagið Kyrruvík, eitt ungdómsfelag, sum húsast í kjallaranum í bygdahúsinum í Lopra.

Felagið hevur gjørt nógv fyri at gera høli til ungdómin og har ber nú til at spæla teldu, hyggja at filmi og ymiskt annað.

Fyrireikararnir siga, at plássið er avmarkað, so tann, sum ætlar sær, skal gera skjótt av, sigur Stefán Ørn Ásgeirsson, sum er fyrireikari.