Í annaðkvøld klokkan 18 kemur jólaskipið til Sands við nógvum jólamonnum umborð, sum eru í rættiligum jólahýri.
Tað er ein stór løta á Sandi, tá jólaskipið kemur, og her plagar nógv fólk - bæði børn, foreldur, ommur og abbar - at taka ímóti.
Sagt verður av Sandi, at tað verður eitt stórt jólaskip, sum kemur í morgin. Á bryggjuni heilsa jólamenn upp á børnini, áðrenn teir fara upp í brandbilin.
Av bryggjuni verður koyrt heim á Mørkina Miklu, har jólabýur og jólatræ eru, og her fara jólamenninir at býta út jólapakkar.
Síðan verður bjóðað inn í kommunubygningin á Sandi til gløgg, holukøkur, te og kaffi, og børnini fáa sunkist.










