Granskarar halda seg hava fingið eitt gjøgnumbrot í stríðnum móti malaria, eftir at granskarar í Kenya og Stórabretlandi hava funnið eina bakteriu, ið ger mýggjabitar mótstøðuførar móti malaria.
Menniskju verða smittað av malaria gjøgnum mýggjabit, og heldur enn at verja menniskju móti mýggjabitum og malaria, síggja granskararnir nú møguleikar fyri at verja mýggjabitar móti malariu ístaðin, skrivar BBC.
Bakterian, microsporidia MB, varð funnin við stóra Lake Victoria í Kenya. Granskararnir varnaðust, at eingir mýggjabitar við microsporidia MB høvdu malaria, og seinni á laboratorii kundu teir staðfesta, at microsporidia MB gjørdi mýggjabitarnar fullkomiliga mótstøðuførar móti malaria.
Um 400.000 fólk doyggja hvørt ár av malaria, tey flestu teirra børn undir fimm ár.