Helena Dam á Neystabø
----
Gransking innan heilsu, heilivág, sjúkrafyribyrging eins væl og arvagransking er tað økið sum hevur allarstørsta áhuga í dag.
Allur heimurin og øll fólk eisini hvør einastu føroyingur ynskja, at vit finna so góð og framkomin svar sum møguligt, tá tað snýr seg um sjúku og sjúkufyribyrging.
Tað er samstundis ein sannroynd, at har sum vitanartungar vinnur og kanningarstovur eru, har er eisini búskaparvøkstur og fólkavøkstur. Vit hava ómetaliga nógv brúk fyri øllum trimum, 1. svar uppá lívshóttandi sjúkum, 2. búskaparvøkstri og 3. fólkavøkstri.
Tað hevur eisini mangan verið borið fram, at Føroyar eru serliga áhugaverdar, júst tá tað ræður um at granska innan heilsu, sjúku, ílegum og sjúkufyribyrging.
Vit kunnu nevna nakrar av fyrimununum:
Útbúgvingarstigið er høgt millum manna her hjá okkum.
Vit eru viðurkend sum tjóð, sum eisini dugur væl at granska
Føroyar eru ein væl avmarkað eind, sum kann geva týðandi svar uppá stórar spurningar.
Og her eru tíverri eisini sjúkur og brek, sum tað vildi verið eitt fantastiskt frambrot at funnið fram til, hvussu vit kunnu basa.
Men tað hevur ikki verið politiskur vilji til at útvega neyðugan pening, sum skal til fyri at Føroyar kunnu vera við í fremstu røð.
Í dag eydnaðist tað okkum í minnilutanum í fíggjarnevndini Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum at sannføra meirilutan um, at tað er rætt at flyta uml. 30 milliónir í granskingargrunnin. Pengar sum verða markaðir til framkomna gransking innan heilsu og heilsufyribyrging. Peningurin kemur frá Sjúkrakassafænum, og Sjúkrakassagrunnurin fer at orða leiðreglur fyri, hvat fæið skal latast sum stuðul til.
Eg eri ógvuliga fegin um, saman við andstøðuumboðunum í fíggjarnevndini, at hava verið við til at slóða fyri hesari semjuni. Eitt risastórt frambrot til týdningarmikla heilsugransking. Tað munnu vera mong ár síðani – um nakrantíð, at so munagott átak varð framt.