16 av manningini á farmaskipinum Full Citu vórðu tiknir av skipinum, eftir at tað var farið á land uttan fyri Langesund í Suðurnoregi í nátt. Fyrrapartin vóru seks av manningini framvegis umborð á skipinum. Norska bjargingartænastan sigur, at skipið fekk trupulleikarnar við høvuðsmotorinum, og tá hann steðgaði, rak skipið á land.
Fleiri sleipibátar, bjargingarskip og ein tyrla hjá sjóverjuni komu á staðið, og sambært sjóverjuni var vandi fyri, at skipið fór at søkka.
Norsku myndugleikarnir stúra fyri oljudálking, um skipið søkkur, og teir hava longu sent skip við oljureinsiútgerð á staðið.